Nevndin: 

Forkvinna: Hjørdis Johansen, Korkagøta 12, Havn
Nevndarlimur: Christian Kruse, Korkagøta 12, Havn 
Eykalimir: Henning Nielsen, Dalastígur 21, Havn

Dagligur leiðari: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

Byrjunaraldurin komandi skeið, 2022 – 2023, er 9 ár, barnið skal vera fylt 9 ár áðrenn 1. jan 2023
Áðrenn byrjað verður fáa øll tilmeldaði tilboð um pláss.  

GG Hvørt ár teknar mann seg av nýggjum! Gleðin við at arbeiða við drama og sjónleiki er fremst í huganum, og har kunnu øll fáa okkurt burturúr.

Ein kann siga, at hetta arbeiði er bæði til gaman og álvara.

 Hvar?: Hallarheygur 2. Dramaverkstaðið er elsti drama/teaturskúli í Føroyum í nýggjari tíð, stovnað í 1997. Her fáa næmingar møguleika fyri at arbeiða í friði í egnum høli, har nógv onnur gjøgnum árini hava gingið, summi eru vorðin professionellir leikarar, onnur eru sera virkin sum amatørar.

 Nær?: Frálæran er 1t 50 min, einaferð um vikuna eftir skúlatíð.

Ásetan av døgum verður sett áðrenn hvørt skeið, og noyðist at tillagast teimum lærarum, sum eru settir, hvørt skeið sær. 
Næmingar fáa tilboð um pláss áðrenn byrja verður.
Tey sum ikki møta 2 ferð uttan góða grund, sleppa ikki at halda fram tað árið. 
Vit hava avtalað við skúlan í Havnar Sjónleikarfelag, at tey, sum eru sloppin inn á tveir sjónleikaskúlar, skulu velja annan av teimum, og um næmingurin vil skifta, so verður tað næsta ár. 
Et áðrenn tú kemur… matur og skógvar sleppa ikki inn við í venjingarhøllina.

Bólkar 2022-2023

Spírin 9, 10, 11/12ár. Mikudag 15.00-16.50 Lærari Birna Heinesen

Aksið 13-15/16 ár. Mánadag 15.30-17.20 Lærari Ebba Malena Debes Thomsen

Hvonnin 17-60+. Hósdag 19.00-20.50 Lærari Hjørdis Verlandsdóttir Johansen

Tá tú meldar teg til skeið á Dramaverkstaðnum, meldar tú teg til alt skeiðið: Frá byrjan á heystið til mai ári eftir. Undantikið er Hvonnin (vaksin), har næmingarnir sjálvir avgerða hvussu langt fram, eftir jól, skeiðið skal vara.

Prísur fyri komandi skeið 2022-2023 er:

Barna og ungdóms bólkar, kr. 800 fyri alt skeiðið

Vaksin, kr. 2 x 400

GG! Gjaldast skal tá næmingurin tekur av plássi á Dramaverkstaðnum. Fyri at ganga á Dramaverkstaðnum skal inngjaldingin vera registrerað!

Kontonummar fylgir við tilboðnum um, at næmingurin fær bjóða pláss á Dramaverkstaðnum. 

Navnið á næminginum skal skrivast á flytingina! 

Ofta settir spurningar:

Nær byrjar drama?
So skjótt boð frá Dramaverkstaðum, um nær byrja verður, er mótikið og skeiðsgjaldið er goldið.

Nær enda skeiðini?
Skeiðini enda umleið mai. Um tað er okkurt serligt tiltak, kann verða, at onkur bólkur heldur á eitt sindur longri.

Hvussu er við útmelding? 
Útmelding, meðan skeiðin eru í gongd, kann bert lata seg gera vegna serligar umstøður (td flyting, sjúku osfr.) Útmelding skal vera skrivlig og skal sendast til dagliga leiðaran Hjørdis Verlandsdóttir Johansen, Korkagøta 12, 100 Tórshavn ella til hjordis@drama.fo

Manglandi uppmøting ella útmelding gevur ikki rætt til afturgjaldan.
 

Tilmelding og bíðilisti:
Tá tú hevur teknað teg til skeið á umsóknarblað, sum tú finnur á hesi heimasíðuni, fært tú automatiskt skriftligt boð sendandi. Seinri fá øll tilmeldaði tilboð um pláss.  
Hvørt ár teknar man seg av nýggjum, og vit gera vart við, at plássini eru avmarkað.

Av og á vera eykaskeið ella verkskeið bjóðaði næmingunum, fyri tey skeiðini verður serligt skeiðsgjald.

Soleiðis arbeiða vit: Dramaverkstaðið leggur stóran dent á, at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet. Á tann hátt er tað møguligt at bøta um sjálvsvirðing, sjálvsálit og samstarv við onnur.

Á Dramaverkstaðnum eru tað næmingarnir, sum vísa vegin. Vit royna at peila eftir, hvønn veg tey vilja fara. Okkara íkast er at geva teimum førleika at ogna sær amboð innan leiklistina, so tey eru før fyri at fara nýggjar leiðir og hava møguleika fyri at gera royndir innan einstaku lærugreinirnar.

Gestalærarir: 
Av og á hava vit gestalærarar, sum kunnu geva okkum íblástur til okkara dagliga arbeiði og sýningar.

Hvat kunnu vit bjóða: Tað krevst ongin forkunnleiki, men áhugin fyri at royna ymsu lærugreinirnar innan drama og teatur er neyðugur: Drama, dans, talu, rørslu, scenografi, búnar, ljós, ljóð og tónleik. Undirvíst verður í ymiskum lærugreinum, sum geva innlit og hegni í sjónleikarlist t.d.: røddvenjing, sjónleiksteknikki, konsentratión, dramaspøl, avspenning, andadráttsvenjing, teatursport, forumleik, improvisatiónsvenjing. Tá arbeitt verður við leiklist viðførur tað, at arbeitt verður við eini rúgvu av lívsáskoðanum og heimspeki (filosofi), sum kann snúgva seg um samfelagstrupuleikar, menniskjaligar styrkir og veikleikar, tað at menna seg frá barni til vaksnan og nógv annað.

Grundhugsan: Grundhugsanin undir drama- og teaturprocessroyndum er, at læra næmingar kynstrið, at skapa list úr tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, og vera før fyri at bera tað fram fyri øðrum og at hetta arbeiðið skal geva møguleika fyri at tosa og hugsa (reflektera) um innihaldið, so næmingarnir kunnu læra at seta orð á egnar kenslur og hoyra um kenslur hjá øðrum.

Visión: Hugsjónin er, at bólkarnir kanna/granska innihald og undirtekstir í evni, leiki ella øðrum tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, umseta tað til leik og gera eina sýning, sum næmingarnir føla teir eiga lut í.

Jólaleikir: Jólaleikur verður, men bert um lærarir hava tíð og møguleika fyri at verða leikstjórar, so ikki heilt vist hvørt ár.
Leikaløtan hevur verið fastur táttur í desember mánaða í nógv ár. Støða verður tikin til um sýnigar skulu vera ella ikki á hvørjum ári, og hvør skal standa fyri arbeiðinum.

Sýningar: Drama/teaturundirvísingin á Dramaverkstaðnum er ikki grundað á eini sjónleikarframførslu tá skeiði endar! Tað hevur víst seg at vera sera sera trupult at fáa næmingar (og foreldur) at skilja, at tað er sera umráðandi, at venjingar til sjónleik krevja strenga og góða uppmøting, og tí hava lærarir eitt tógvið stríð við at fáa framførslur klárar til at sýna fram. Tá ongin sjónleikur skal sýnast fram, verða tað hugnaløtur fyri familju og vinum, har næmingarnir vísa fram ymiskt tey hava lært og annað.

Hvonnin venur ikki leik til framførslu, men arb við at greina ymiskar leikir og so spæla brot fyri hvørjum øðrum
Tað hava tó verið nógvar sýnigar á Dramaverkstaðnum øll árini, millum 2 til 4 sýningar hvørt ár. Tað hevur eyðnast, tá øll hava skilt at uppmøtingin er avgerðandi.
Dramaverkstaðið hevur sýnt fram á Dramaverkstaðnum, í Sjónleikarhúsinum, á Tjóðpallinum og uttandura í miðbýnum, umframt hetta hava vit verið í útlondum við leikum fleiri ferðir. Vit hava fingið sera góð ummælir bæði her heima og uttanlanda.

Konsulent tænasta: Dramaverkstaðið bjóðar sær at skipa fyri verkskeiðum, fyrilestrum og ráðgeving. Vit eru von við ymiskar aldursbólkar og við næmingum á ymiskum støði.
Prísur, fyri verkskeiðum, fyrilestrum og longri undirvísing, eftir avtalu.
Gjøllari kunning fæst við at venda sær til Dramaverkstaðið, undir varablaðnum “Fá samband” her á heimasíðuni.